Interlingua
Ert tú áhugaður í altjóða samskifti í Evropa, Norður- og Suðuramerika, Avstralia ella stórum pørtum av Afrika?
Hevur tú hug at læra eitt mál, men heldur tað vera ov torført?
Ert tú annars áhugaður í málum?
So hugsa um at læra interlingua, eitt nútímans amboð til altjóða samskifti!
Interlingua er:
![]() |
Panevropeiskt. Interlingua nýtir orð, ið eru tikin úr hesum málum: italienskt, spanskt/portugisiskt, franskt, enskt, týskt og russiskt. |
![]() |
Vísindaligt. Interlingua er úrslit av einum stórum samstarvi millum evropeiskar og amerikanskar málvísindafólk. Teir hava við einum vísindaligum háttalagi funnið fram til eitt altjóða orðfeingi, sum er felags fyri stóru evropeisku málini. |
![]() |
Náttúrligt. Ongin partur av interlingua er gjørt ella uppfunnið. Øll orð og reglur byggja á minst trý evropeisk mál. Interlingua er einfalt uttan at vera óveruligt. |
![]() |
Praktiskt. Milliónir av fólki skilja stórar partar av interlingua við fyrstu eygnakast. Serliga fólk, ið tosa romansk mál, skilja interlingua næstan beinanvegin. Tí kann interlingua eisini vera ein hjálp á ferð. |
![]() |
Lætt at læra. Málskipanin í interlingua er reglulig og greið. Úttalan fylgir einfaldum og støðugum reglum. Við interlingua sleppur tú undan endaleysum undantøkum og óregluligheitum. |
![]() |
Pedagogiskt. Við at læra interlingua lærir tú samstundis nógv av fremmandorðum, sum longu eru í tínum egna máli. Interlingua er eitt gott grundarlag fyri víðari mállæru. |
![]() |
Neytralt. Interlingua hoyrir ikki til nakra serliga mentan ella tjóð. Ongin hevur tað sum móðurmál, og tí hevur eingin ein órættvísan fyrimun. Tosa interlingua – og hjálp við at steðga málsligari mismuni. |
![]() |
"Nútímans latín". Flestu altjóða orðini hava uppruna í latíni ella grikskum. Í interlingua hava hesi orð fingið ein staðlaðan og eyðkendan skap. Úrslitið er eitt “Nútímans latín”,sum í roynd og veru er altjóða, einfalt og vakurt. |
![]() |
Stuttligt. Við interlingua kanst tú møta einum vaksandi umhvørvi av klókum og skapandi fólki. Kom við og hav tað stuttligt saman við okkum! Tú ert hjartaliga vælkomin á okkara ráðstevnur! |
Version breve | Stytt útgáva
INTERLINGUA er eitt altjóða mál, sum er úrslit av einum samstarvi millum málvísindafólk úr Evropa og Amerika. Orðfeingið í interlingua byggir á altjóða orð, serliga úr latíni og grikskum, sum finnast í minst trimum av hesum málum: italienskt, franskt, spanskt/portugisiskt, enskt, týskt og russiskt. Málskipanin í interlingua er einfald og lætt at læra. Úttalan er reglulig og byggir á meginreglur úr meginlandi Evropa.
![]() |
Contacto: Representation e organisationes national de interlingua |
Film: Hallo, hallo – nos presenta interlingua! |
Dictionarios e cursos de interlingua |
Materiales pro studiar interlingua |